Í dag er opið hús og stórt hátíðarhald vesturi á Zarepta, sum í ár hevur 50 ár á baki. Skipað verður fyri løtum í salinum við myndum og filmi og drekkamunni niðri í matarsalinum gjøgnum dagin. Tiltakið er frá klokkan 13 til klokkan 18, og lagt verður upp til at fólk koma, tá tað hóskar teimum best.
Søgan um Zarepta byrjaði í 1965, tá Brynleif Hansen saman við øðrum byrjaði barnalegur við Áir. Um heystið 1965 var øki keypt í Vatnsoyrum, og á sumri 1967 varð húsið liðugt, sum varð bygt til endamálið. Leguhúsið fekk tá navnið Zarepta.
Síðani 1967 - í 50 ár - hava legur verið í Zarepta í Vatnsoyrum uttan slit, og áhugin fyri legunum og virkseminum er stórur. Zarepta er nógv útbygt hesi árini, bæði við bygningum, legum og frítíðarmøguleikum.










