Fyritøkan Inditex, sum eigur klædnamerkini Zara, Massimo Dutti og Pull&Dear, hevur kunngjørt, at innan 2025 skulu øll klæði hjá fyritøkuni framleiðast úr burðardyggum tilfari.
The skrivar The Guardian.
Inditex er heimsins triðstørsti framleiðari av klæðum – bert Dior og Nike eru størri – og nú vil fyritøkan gera eitt týðuligt skifti til grøna framleiðslu.
Framtíðarætlaninar hjá fyritøkuni vórðu viðtiknar á ársaðalfundi í farnu viku, og hetta er fyrsta stóra klædnamerkið, sum kemur við so greiðari fráboðan um grøna framleiðslu.
Inditex ætlar eisini, at 80 prosent av orkuframleiðsluni í øllum bygningum og verksmiðjum hjá fyritøkuni skulu kom frá varðandi orkukeldum. Harafturat skal burturkast endurnýtast.
– Vit skulu skapa broytingina. Ikki bara í okkara fyritøku, men í allar vinnuni, sigur Pablo Isla, sum er stjóri í inditex.
Ríkasti maður í Spania, Amancio Ortega, eigur Inditex.