Spanski forsætisráðharrin, Jose Luis Rodriguez Zapatero, kunngjørdi í morgun, at hann fer ikki at stilla upp á tjóðartingsvalinum næsta ár. Ta avgerðina hevur hann tikið, tí hetta er tað besta fyri landið, tjóðina, familjuna og flokkin, sigur hann.
Meiningakanningar í seinastuni hava víst, at forsætisráðharrin hevur ongantíð verið so illa umtóktur sum nú.
Jose Luis Rodriguez Zapatero gjørdist forsætisráðharri í 2004. Tá var stórur framburður í spanska búskapinum, men nógv er broytt síðani. Í dag hevur Spania stórar búskapartrupulleikar at drahast við, og arbeiðsloysið er um 20 prosent.










