Zambia meistari í Afrika

Zambia vann sunnukvøldið African Nations Cup eftir brotssparkskapping. Tað skuldu 18 brotsspørk til áðrenn vinnarin varð funnin. Arsenal-vongurin, Gervinho, brendi tað, ið vísti seg at verða avgerandi brotssparkið. Talan er um eina sensatión, at Zambia vinnur kappingina.
Einki mál kom í vanligari leiktíð. Besta møguleikan hevði Chelsea-framherjin, Didier Drogba, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Fílabeinsstrondina. Didier Drogba rakti tó bóltin illa, sum fór langt uppum.
Tí varð neyðugt at fara til brotssparkskapping. Hóast brotsparkspletturin ikki gjørdi tað lætt hjá teimum, ið skuldu skjóta, so vóru tey flestu spørkini væl skotin. Millum annað valdi Didier Drogba at royna eina ferð afturat og skoraði.
Tíggju tey fyrstu fóru í mál. Fimta skotið hjá Zambia skeyt málmaðurin hjá teimum. Eins og teir undan honum, skoraði hann trygt.
Manchester City-miðverjin, Kolo Touré, brendi 15. brotssparkið, men Zambia tók ikki av. Síðani brendi Grevinho 17. brotssparkið, og hesaferð tók Zambia av og skoraði avgerandi brotssparkið, ið útnevnir teir til afrikanskar meistarar.
Mali vann bronsuna eftir at teir vunnu dystin um triðja plássið 2-0 ímóti Ghana.