Zakaris í Snarskivuni

tíðindaskriv

Hósdagin kl. 16 let­ur listamaðurin Zakaris Heinesen upp framsýning í for­høllini í Snarskivuni á Vaglinum



Í gamla posthúsinum í mið­býnum húsast um­­framt post­avgreiðslu eis­ini Snarskivan. Rúm­sátta, ljósa og hugna­­­liga for­høllin verð­­ur eisini brúkt sum framsýningarhøli, har mong listafólk hava havt framsýning, síðani Snar­skivan læt upp fyri nøkrum árum síðani.
Endamálið við hesum fram­­sýningarhøli hjá menta­mála­deildini er at sameina kommunala tæn­astu og lista­­skála, har listin hittir borg­­ar­an á alfaravegi, og nú upp undir jól verður for­­høllin so karmur um eina listaframsýning hjá Zakarisi Heinesen.
Til hesa framsýning, ið er ein søluframsýning, hevur Zakaris arbeitt við vatn­lits­myndum.