Zakaris Heinesen í Snarskivuni

Hósdagin 24. november læt listamaðurin Zakaris Heinesen upp eina listaframsýning í Snarskivuni á Vaglinum í Havn.

Framsýningin við vatnlitsmyndum er ein søluframsýning, og myndevnini eru landslagsmyndir úr øllum Føroyum. Framsýningin er opin fram til jólar.

Umframt hesa framsýningina hevur Zakaris Heinesen allan desember mánað eina framsýning við oljumálningum í Leikalund í Klaksvík.