Zakarias Wang: Tjóðveldi eigur ikki at stilla upp

Á flokstinginum hjá Tjóðveldinum í gjár heitti Zakarias Wang á Tjóðveldi um ikki at stilla upp

Á flokstinginum hjá Tjóðveldinum í gjár heitti Zakarias Wang á Tjóðveldi um ikki at stilla upp. 

 

Á eykaflokstingi hjá Tjóðveldi í gjár heitti Zakarias Wang, sum fyrr hevur umboðað Tjóðveldi í Tórshavnar býráð, á flokkin um ikki at stilla upp til fólkatings valið:

 

– Mítt uppskot er, at eykafloksting Tjóðveldis, sum støðan nú hevur tikið seg upp, samtykkir ikki at stilla nøkur valevni upp til fólkatingsvalið 18. juni 2015. Víst verður á, at eitt týdningarmikið løgtingsval verður um stutta tíð, og at tað ræður um at standa stinnur til ta avbjóðing.

 

Uppskotið hjá Zakariasi kom til atkvøðugreiðslu og fall við einum braki. Av teimum 40 atkvøðunum atkvøddu 35 fyri, at Tjóðveldi skal stilla upp, 2 vóru ímóti og 3 atkvøddu blankt.

 

TRÝST HER fyri at lesa framløguna, sum Zakarias Wang hevði á eykaflokstingi hjá Tjóðveldi í gjár.