Tað er ein partur av okkara søguliga barnalærdómi, at írar vóru teir fyrstu, sum komu til Føroyar og sum búsettust her. Tann fyrsti skal hava verið Sankta Brandan, sum í síni leitan eftir “Paradisoynni”, sum hann hevði hoyrt gitna, kom til Føroyar ella heilt neyvt til Kirkjubøar í 546, her hann helt páskir. Hann skal hava sæð ein hóp av seyði, og tí blivu Føroyar til seyðaoyggjarnar. Tí verður hildið, at onkur hevur verið í Føroyum undan honum og havt seyð við sær.
Teir næstu, sum komu, vóru írskir munkar, sum komu higar fyri í friði og náðum at dyrka Gud. Teir skulu enntá hava grundlagt bygd við eini kirkju. Hetta skal hava verið um ár 700. Úr Írlandi skulu teir hava fingið neyt og kanska eisini geitir. Sákorn og veltingaramboð skulu teir hava havt við sær, og tí kom hetta at verða eitt vanligt samtíðar samfelag.
Einki prógv
So er spurningurin um hetta er rætt. Hetta hevur Zakarias Wang kannað út frá teimum keldum, sum annars eru grundarlagið fyri hesi okkara fatan. Hann er komin til, at tað er einki sum helst prógv fyri hesum parti av okkara søgu.
Zakarias sigur, at tað er einki fornfrøðiligt prógv fyri at hetta er rætt. Men hann ásannar eisini, at Føroyar hesi árini eru soknar fleiri metur, og hetta ger tað truplari at finna fornfrøðislig prógv, um tey skuldu verið.
Einasta vit hava at halda okkum til eru tvær bøkur, sum siga frá, at írar hava siglt á hesum leiðum.
Onnur er søgan um halga mannin Brandan, sum skal hava verið her um 530. Men henda søga er ikki skrivað fyrr enn fýra hundrað ár seinni, og sannleiksvirði av henni er heldur lakari enn í eini søguligari roman. Hetta kann tí á ongan hátt nýtast sum prógv fyri nøkrum.
Hin keldan er bókin hjá Dicuil. Hann skrivar millum annað um nakrar oyggjar, at “hagar kemst úr norðuroyggjum Bretlands, um siglt verður í tveir dagar og tvær nætur beina leið við fullum seglum, og um vindurin er til vildar alla tíðina. Hesar oyggjar eru flestar smáar, men fullar eru tær av óteljandi seyði og mongum ymiskum sløgum av sjófugli.”
Mett hevur verið, at her er talan um Føroyar. Dicuil verður eisini sagdur at hava skrivað, at írskir munkar hava verið í Føroyum í hundrað ár. Men óvist er, um tað eru Føroyar, hann meinar við. Hann nevnir hvørki Føroyar ella teir menn, sum her skulu hava verið. Harumframt var hann ikki nakar uttanveltaður eygleiðari, men var í tænastu hjá keisaranum í Fraklandi, sum var í kríggi við víkingaterroristar. Í kríggjum er sannleikin fyrsta ofrið, og tað er nakað nógv forlangað, at vit nú skulu trúgva øllum tí, sum ein talsmaður fyri annan partin í hesi orrustu hevur at føra fram fyri at skaða hin partin.
Kunnu hava verið men ikki búð í Føroyum
Dicuil er tí avgjørt ikki nøkur álítandi kelda til búsetingarsøgu Føroya, og høvdu vit ikki havt hansara bók, var tað neyvan komið nøkrum til hugs, at írskir munkar nakrantíð høvdu verið í Føroyum sum annað enn rekavætti. Tað er nevniliga ikki ósannlíkt, at skip og bátar kunnu hava rikið til Føroyar tey 10.000 árini, sum farin eru, síðan síðsta ístíðin slepti taki sínum á okkara leiðum. Onkur kann vera komin afturíaftur og tað er ikki útilokað, at fólk í Bretsku oyggjunum og aðrastaðni við hava vitað um Føroyar.
Men fyri at seta búgv her var neyðugt við tí tøkniliga kunnleika, sum var vaksin fram í Noregi frá fyrst í okkara tíðarrokning, har teir høvdu lært at nýtt viðin í skógum landsins til at bræða jarn og við øksum at høgt við til skip, sum kundu føra farm bæði til og úr Føroyum. Hetta høvdu tey ikki møguleika fyri, sum búðu í norðara parti av bretsku oyggjunum. Men haðani bar til hjá landnámsmonnunum at fáa arbeiðsmegi, sum kundi gera tað harða arbeiði, sum neyðugt var fyri at liva í hesum fjaru, skógleysu oyggjum.
Meðan tað tí er ósannlíkt, at írar og írskir munkar hava búð í Føroyum, hava vit trygt støði at standa á, at fólk av sama slagi sum írar hava búð her á landi eins leingi og okkara norsku forfedrar hava verið her. Tað er nevniliga neyvan ivi um, at víkingar hava vitjað skotsku oyggjarnar á teirri ferðum. Her hava teir vist tikið og keypt trælir, eisini kvinnur. Kanningar vísa eisini, at føroyingar hava hava keltiskt blóð í æðrunum, og hetta skal stava frá okkara formøðrum.
Hetta kann eisini vera frágreiðingin til, at keltisk spor av kristindómi hava verið at sæð í Føroyum, sum keltiskir krossar. Tað sama er við kornøkrum, sum eru eyðkendir keltiskir.
Ymisk sjónarmið
Tað var nakað av orðaskifti eftir fyrilesturin og ymisk sjónarmið vóru sett fram. Eitt var, hvussu munkar hava kunnað ført slektina víðari í hundrað ár. Men her varð víst á, at bólkar av munkum høvdu loyvi til at hava konur.
Til sjónarmiðið um, at bátar, sum teir írsku, ikki høvdu møguleikar at fara so langa leið og til eitt slíkt illveðursøki sum okkara, varð víst á, at fyri nøkrum árum síðan varð gjørd ein ferð sum henni hjá Sankt Brandan, og hon vísti, at hetta bar til.
Fyrilesturin hjá Zakarias verður at lesa í tí Varðanum, sum kemur nú til jóla. Tað er eingin ivi um, at hesi sjónarmið eru týdningarmikil fyri lýsingina av okkara elstu søgu. Tað er spennandi um nakar er, sum er púra sannførdur um, at Zakarias er á skeivari leið. Tá fer at bera til at taka dagar ímillum!










