Zakarias Wang hevur nú 83 stillarar

– Og tað er meira enn helvtin av tí, ið neyðugt er.

– Og tað er meira enn helvtin av tí, ið neyðugt er.

 

Tað sigur Zakarias Wang í Hoyvík, sum hevur gjørt av at stilla upp uttanflokka til fólkatingsvalið komandi.

 

Tað var í eini lýsing í Sosialinum í oktober í fjør, at Zakarias Wang boðaði frá, at hann stillar upp til komandi fólkatingsval, sum verður í seinasta lagið 15. september í ár. Tá Zakarias Wang stillar upp uttanflokka er kravið, at hann fær 150 fólk at verða stillarar hjá sær.

 

Zakarias Wang segði í lýsingini, at endamálið við uppstillingini er at fáa í lag eitt ríkisting at gera av, hvussu vit sjálvi skulu skipa okkara viðurskifti.

 

– Tá ríkjasovastin eftir valið spyr, hvønn eg vil hava at standa fyri nýggju donsku stjórnini, fari eg at mæla til, at tann verður biðin, sum tekur undir við hesum ynski. Til tess at geva ynskinum enn størri tyngd, fari eg beinanvegin at bjóða hinum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum at vera saman við mær, segði Zakarias Wang.

 

Hann segði víðari, at tá tann forsætisráðharri, sum tekur undir við ynski hansara, er settur í starv, verður skipað fyri vali av ríkistinginum, og vit fáa eina stjórn, sum er javnlíki við ta donsku, og kann taka upp samráðingar við hana um viðurskiftini ríkjanna millum.

 

– Harvið kunnu vit koma burtur úr tí ódemokratiska og ólógliga stýrislagi, sum vit liva undir. Danmarkar ríki hevur fólkarættarliga skyldu at lata okkum sjálvi skipa okkara viðurskifti, segði Zakarias Wang, sum vísti á, at henda skylda hevur verið misrøkt, tí stjórn Danmarkar hevur lønt embætismonnum sínum fyri her at taka avgerðir, sum okkara ríki sjálvt eigur at taka.

 

– Samstundis hevur stjórnin – óbiðin – álagt okkum at seta umboð á danating. Fyri at fáa onkran okkara at taka við hesum umboðum, hevur Danmarkar ríki álagt sínum skattgjaldarum at gjalda løn teirra.

 

– Hóast allar royndir prógva, at eingin kann tæna tveimum harrum, tí annar av hesum verður fyri vanbýti, halda summi, at umboð okkara á danatingi samstundis kunnu tæna Danmarkar ríki og okkara ríki. Men tá bert annar harrin rindar løn, er enn torførari at ímynda sær, at hin verður væl tæntur, sigur Zakarias Wang.

 

– Ríkini eru tí ikki javningar, og hetta er ólógligt.

 

– Fyri at gera mítt til at fáa hetta aftur á beint havi eg gjørt av, at eg, tá eg eri valdur, boði danatingi frá, at eg ikki taki við løn, sigur Zakarias Wang.