Zakarias Wang

BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv

»Kalaallit Nunaata Savalimmiullu tunngaviusumik inatsisitigut inissisimanerat« eitur bók, sum Zakarias Wang hevur skrivað um ríkisrættarligu støðuna hjá Grønlandi og Føroyum, og sum varð løgd fram í Grønlendingahúsinum í gjár.
Innihaldið í bókini er tann grein, sum stóð í øðrum árgangi av Føroyska Lógar Riti. Í nr. 2 stóð hon har á føroyskum og í nr. 3 á enskum. Moses Olsen hevur týtt innihaldið til grønlendskt, og hevur Kristian Poulsen týtt samandráttin.
Thue Christiansen, maðurin sum hevur teknað tað grønlendska flaggið, hevur gjørt kápumyndina og týtt tekstin á baksíðuni. Bókin fer at vera til sølu í Grønlandi og í Føroyum.
Bókin vísir á, at sambært dómin, sum altjóðadómstólurin í Haag feldi tann 5. apríl 1933, eru Grønland og Føroyar eitt ríki undir somu konstitutión, og eru í unión við Danmark á jøvnum føti. Vit stýra sjálvi ríki okkara. Í løtuni hava vit givið donsku stjórnini heimild at stýra okkum, men nær tað skal vera kunnu vit geva donsku ráðharrunum boð um, at teir einki hava at siga í okkara viðurskiftum.
Tað er forlagið Stiðin sum gevur út. Hon er heft, og síðutalið er 39.