Kærnevndin í lendismálum hevur avgjørt at vísa kæruni frá Zakariasi Wang burtur. Grundgevingin er, at Zakarias Wang ikki verður mettur at vera partur í málinum, og at hann tí ikki hevur rætt til at kæra.
Zakarias Wang hevur kært tunnilsgerðina við Hvítanes við tí grundgeving, at kommunan ikki hevur vart áhugamálini hjá borgarunum í økinum, og at hon heldur ikki hevur fylgt ásetingunum í lógini um býarskipanir, ei heldur tær serstøku byggisamtyktir, sum eru gjørdar fyri Hvítanes.
Kærunevndin valdi fyrst at taka støðu til, um kærarin, Zakarias Wang, hevði rætt til at kæra. Tað metti hann sjálvur, og vísti til, at hann, umframt at vera borgari í kommununi og tí hevði rættarligan áhuga í málinum, hevur hann verið formaður í býráðsins ráðgevandi nevnd fyri Hoyvík og Hvítanes frá 1978 til 1980.
Kærunevndin kom tó til ta niðurstøðu, at Zakarias Wang ikki hevði rætt at kæra, hóast hann var formaður í umtalaðu nevndini.
Nevndin vísir tó á, at broytingar og góðkenningar av byggisamtyktum hoyra undir býarskipanarnevndina hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Nevndin nevnir eisini, at um Zakarias Wang heldur, at eitt hvørt ólógligt er farið fram, kann hann venda sær til Samferðslumálaráðið, sum varðar av tunnilsverkætlanini.