“ZACHARIAS” til Klaksvíkar

Nú verður filmurin settur á skrá í Klaksvík, har ið høvuðspersónurin, Zacharias, bóndi, búði í 20 ár.

Filmurin “ZACHARIAS”, sum Teitur Árnason hevur gjørt, varð frumsýndur í fullsettari høll í Filmsfelagnum í Havnar bio 11. apríl. Tilsamans varð hann sýndur seytjan ferðir.

 

 

Nú verður hann settur á skrá í Klaksvík, har ið høvuðspersónurin, Zacharias, bóndi í Uttarstovu í Hattarvík, búði í 20 ár. Sýningarnar eru í ATLANTIS bio.

 

 

Á ungum árum sigldi hann við klaksvíksskipum: “Fugloynni”, “Polarstjørnuni”, “Esther”, “Eystnesi”, “Klakki” og “Jákupi B”. Hann driftaði eisini útróðrarbátin “Hvíthamar”.

 

 

Filmurin verður sýndur í Atlantis, og til ber at vitja heimasíðuna hjá Atlantis, har atgongumerki eru at fáa:

 

Leygarkvøldið 5. mai kl. 19.

Sunnukvøldið 6. mai kl. 19.

Mánakvøldið 7. mai kl. 19.

Týskvøldið 8. mai kl. 19.

Mikukvøldið 9. mai kl. 19.