Orð og myndir eigur Dávur Winther
Í gjár var fernisering við Zachariasi Heinisen í Gamla Seglhúsinum. Símun Gullaksen, sum bjóðaði vælkomin. Hilmar Høgenni, formaður í Føroya Listafelag segði nøkur orð um Zacharis Heinesen og grannalagið teirra millum, og um listina hjá Zacharisi.
Eisini gittarsnillingin Ólav Jacokobsen spældi uppá guittar og frumframførdi hann part av einum verki, sum seinni skal spælast saman við einum heilum symfoniorkestri.
Zacharias hevur verið fýra dagar úti í Fugloy og málað, og er framsýningin sjálvandi merkt av hesi ferð. So næstu dagarnar ber til at síggja spennandi listaframsýningina við íblástri úr Fugloy eftir Zachariasi Heinisen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.