Zacharias Heinesen til Klaksvíkar

Sunnudagin letur framsýning upp í Klaksvík við verkum eftir Zacharias Heinesen

Listaverk eftir virda listamannin Zacharias Heinesen verða komandi tíðina at síggja á framsýning í Klaksvík.


Sunnudagin letur upp framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har fleiri listaframsýningar hava verið seinastu tíðina.

Talan er um søluframsýning við oljumálningum og akvarellum.

Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, heldur røðu, og Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleiki og sangi.

Framsýningin hongur uppi í august mánaði og er ókeypis at vitja.