Høvuðsliturin á teimum nýggju 50-krónuseðlunum er dustbláur, meðan teir gomlu hava ein klárari bláan lit. Tann nýggi seðilin er eisini ein sentimetur styttri enn tann gamli. Eitt koparprent av veðrahorni er á forsíðuni. Aftan á seðlinum er vatnlitamynd av Lopranshaga við útsýni móti Beinisvørði, har feitilendi eru.
Lógin um pengaseðlar sigur, at føroysku seðlarnir skulu hava somu stødd og sama virði sum teir donsku seðlarnir. Av tí at nýggir pengaseðlar eru komnir í Danmark, har stødd og seðlavirði eru broytt, verða somuleiðis givnir út nýggir pengaseðlar í Føroyum.
Røð av nýggjum seðlum
Komandi árini fer Nationalbankin at endurnýggja allar teir føroysku pengaseðlarnar. 50-krónuseðilin er tískil bara tann fyrsti í eini røð.
Um eitt gott ár verður nýggjur 100-krónuseðil givin út, og seinni kemur 200-krónuseðil. Áðrenn trý ár eru liðin verða eisini nýggir 500- og 1000-krónuseðlar settir í umferð í Føroyum.
Eftir ynski úr Føroyum fara nýggju seðlarnir ikki at hava fólk sum myndevni. Nýggju seðlarnir fara allir at hava ein likamslut av djóri á forsíðuni, og á baksíðuni verða vatnlitamyndir av føroyskum landslagi.
Tað er Zacharias Heinesen, sum hevur málað allar hesar vatnlitamyndirnar, og hann heldur sjálvur, at tað hevur nógv at siga fyri hann sum listamálara at fáa loyvi at prýða pengaseðlar okkara.
Myndevni á nýggja 100-krónuseðlinum, sum er dustgulur, er úr Klaksvík. Á dustviólubláa 200-krónuseðlinum er myndin úr Vágum. Á grøna 500-krónuseðlinum er mynd av Hvannasundi. Myndin á reyða 1000-krónuseðlinum er av Sandoynni.
Seðlarnir hava allir somu breidd, men longdin økist við einum sentimetri fyri hvønn seðil.
Í dag er virði av pengaseðlum í umferð í Føroyum 276 milliónir krónur. Nógv tann størsti parturin er 1000-krónuseðlar. Virði av teimum gomlu 50-krónuseðlunum er 9 milliónir. Sendir eru 50-krónuseðlar fyri 5 milliónir til Føroya á hesum sinni, men fleiri verða sendir seinni.
Komandi dagarnar verður faldari um nýggju seðlarnar sendir øllum húsarhaldum í Føroyum.
Gomlu 50-krónuseðlarnir, sum eru umleið 25 ára gamlir, eru enn í umferð. Teir verða settir úr gildi so hvørt. Tú kanst enn lata peningastovnunum gamlar pengaseðlar, sum eru gjørdir fyri 50 árum síðani, tá lóg um pengaseðlar varð sett í gildi í Føroyum.