Zacharias Heinesen í Ribarhúsi

Í næstu viku letur framsýning við Zacharias Heinesen upp í Ribarhúsi í Fuglafirði

Hósdagin,  7. august kl 17:00, letur Zacharias Heinesen upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. 


- Zacharias er ein av okkara mætu listafólkum, sum hevur latið av teimum  listaligu, føroysku, litríku kyllingunum í mong Harrans ár. Hann er føddur í 1936, og er nú ímillum tað eldra liðið, sum hevur rakað saman og kylt lívrunnin verk, ið hava talað sítt stumma mál á tí listaliga hónum  - bæði her á oyggjunum og manga ferð eisini uttanlands, siga fyriskipararnir um framsýningina.

- Ikki so fáir málarar  hava  onkran klúk  við  í sínum verkum, sum hevur okkurt við í dópsgávu frá Zachariasi. Vanligt er ímillum listafólk, at tey verða ávirkað hvørt av øðrum, og er hetta eingin ódygd.

- Tað verður ein dýrdarsjón hósdagin, tá ið listamaðurin kemur inn um Marknará , inn eftir Dølum og fer í sínum hóvliga verumáta inn um dyrnar í Ribarhúsi og letur framsýningina upp, hósdagin kl 17:00.

Framsýningin hongur uppi til 26. august og er opin, meðan Piddasa handil er opin.