Í dag fyllir føroyski listamaðurin, Zacharias Heinesen 85 ár. Hesin nestor innan føroyska myndlist hevur verið aktivur listamaður í hálvfjers ár og er til alla eydnu enn í fullsving og sýnir í heilum fram heima og í útlondum – hann hevur beint nú tvær framsýningar í ávikavist Keypmannahavn og í Klaksvík. Málningarnir, sum hetta til 30.mai verða framsýndir í Gamla Seglhúsi í Klaksvík, skúma av koloristiskum og listarligum yvirskoti og benda ikki á nakran hátt á, at listamaðurin er í ferð við at leggja frá sær og takk fái hann fyri tað.
Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sína føðingardagsumrøðu á listaportal.com.
Sjálvt um kompositiónin í málninginum hevur flutt seg nógv í mun til ta naturalistisku upprunaskitsuna og upplivingina hjá Zachariasi Heinesen av landslagnum, so er okkurt eftir av henni í endaliga málninginum, ein kensla av vátum bøi og flógvum sólstrálum og so vakurt ljómandi klangum við rútmiskum strofum onkrastaðni millum heiðafugl og jazz. Hiðani ynskja vit listamanninum hjartaliga til lukku við føðingardegnum, skrivar Kinna Poulsen á lsitaportal.com, og vit á in.fo ynskja somuleiðis til lukku.
Øll ummrøðan hjá Kinnu Poulsen á listaportal.com kann lesast her:
Mynd: Jan Andersson, Steinprent/listaportal.com











