Zacharias Heinesen 70 ár

Í dag, 19. mai, fyllir Zacharias Heinesen listamaður í Havn 70 ár. Zacharias er sonur navnframa rithøvundin og listamannin William Heinesen.

Zacharias er upprunaliga útbúgvin sum møbilsnikkari, men hansara listarligu gávur gjørdu, at hann longu í 50-unum byrjaði við síni málningalist og fór á Myndlista- og handíðaskóla Íslands og seinni á Kunstakademiet í Keypmannahavn.
 
Í 1965 kom hann heim aftur til Føroyar, og hevur hann síðan arbeitt sum listamaður burturav.
 
Hann hevur havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.
 
Umframt málningalistina arbeiðir Zacharias eisini við grafikki. Hann hevur gjørt bókamyndir, permur,
plakatir, plátuumsløg v.m. Hann hevur t.d. teknað allar teir nýggjastu føroysku pengaseðlarnar, og fyri kortum fekk føroyski túsundkrónuseðilin virðisløn sum heimsins vakrasti pengaseðil í 2005.
 
Í samband við føðingardagin er ein framsýning í Åhuset í Brogade í Køge við olju- og vatnlitsmyndum hjá Zachariasi. Framsýningin er opin fram til 11. juni, opið er hósdag-sunnudag frá kl. 11-17.