Vatnlitamáling hevur Zacharias altíð fingist við til skitsubrúk, men hann er seinnu árini farin at dyrka hesa listagreinina í alsamt størri mun sum eina sjálvstøðuga listagrein, sum hann hevur fingið størstu viðurkenning fyri bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru sum kunnugt hansara vatnlitamyndir, ið prýða okkara pengaseðlar og eisini eru hansara vatnlitamyndir umboðaðar í høgt virda pappírslistasavninum hjá Statens Museum for Kunst (Kobberstiksamlingen).
Samanborið við oljumáling eru vatnlitir betri egnaðir til spontanar, lættar og ljósar myndir og eftir myndunum á hesi framsýningini at døma, eru vatnlitir eisini sum skaptir til listarligu ætlanir Zachariasar, tá hann við fáum ella mongum strokum fangar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men so er ikki. Hetta er Zacharias Heinesen, ein ektaður listamaður, ið sýnir fram sínar sevjumiklu, neyvu vatnlitamyndir, sum brima av listarligum yvirskoti.
Øll eru vælkomin til upplatingina klokkan 16-18 hósdagin 19.mai í Steinprenti á Skálatrøð. Framsýningin er stuðlað av Okkara og verður at síggja í Steinprenti hetta til 2. juli.