Týsmorgunin fekk fólkakæri sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer boð frá leiðsluni í Kringvarpinum um, at hann skuldi fara heim og taka alt sítt tilfar við sær, skrivar Dimmalætting Zacharias Hammer hevur í nógv ár gjørt væl umtóktar sendingar í Sjónvarpinum, men fyribils er tað eitt liðugt kapitul.
Dimmalætting skrivar í dag, at Zacharias Hammer er sendur heim frá arbeiðsplássinum, og hann er biðin um at taka alt sítt tilfar við sær.
Zacharias Hammer viðgongur yvir fyri Dimmalætting, at hann hevur havt trupulleikar, men tað hevur ikki nervað arbeiði hansara, sigur hann. Arbeiðsplássið hevur ikki boðið honum nakra hjálp nú, men hann hevur sjálvur eftir uppsagnina leitað sær hjálp.
Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri vil ikki gera nakra viðmerking til uppsøgnina, tí hetta er eitt persónsmál, sigur hann við blaðið.