Zach & Foes á Iceland Airwaves

Nýggi föroyski/íslendski bólkurin Zach & Foes skal spæla á íslendska festivalinum Iceland Airwaves. Bólkurin varð settur á stovn av Pæturi Zachariasson, fyrrverandi sangara í Boys in a Band, og er annars mannaður av fýra íslendarum.

Iceland Airwaves verður hildin triðja vikuskifti í Oktobur, og er ein av kendastu ?showcase? festivalunum í Norðanlondum. Fleiri föroysk növn hava fyrr spælt á festivalinum, og í ár skulu, umframt Zach & Foes, 200, Marius og Bloodgroup eisini spæla.

Zach & Foes tóku 2 lög upp í Föroyum í summar, og tónleikastílurin er folk rokk. Benjamin Petersen tók upp í JakZac Studio, og lögini kunnu hoyrast á Facebook profilinum hjá bólkinum, www.facebook.com/zachandfoes

Bólkurin kemur eftir ætlan til Föroyar at spæla seinni í ár, og fyrsta flögan kemur út fyrst í næsta ár.