Zac Efron er ikki bara ein loverboy

Leikststjórin Richard Linklater gevur nú sjónleikaranum Zac Efron møguleikan at vísa, at hann kann gera annað enn at fáa ungar gentur burtur í annan heim. Linklater ætlar at ?High School Musical?-stjørnan skal verða ein av høvuðsleikarunum í ?Me and Orson Welles?. Leikstjórin ger ein film eftir bók hjá Robert Kaplow. Filmurin fer fram í 1937, har leikluturin hjá Efron, ið er ein ungur skúlanæmingur, av tilvild møtir Welles, júst sum hesin er um at sláa ígjøgnum. Á leiklutslistanum finst eisini Ben Chaplin ið leikar eingilska sjónleikaran George Coulouris. Tað skrivar Tv2.dk