Zé Roberto aftur í Bayern

Í fjør valdi brasilski Zé Roberto at fara til heimlandsfelagið Santos at leika, og harvið fara úr týska Bayern München, har hann hevði leikt í fimm ár. Men tað bleiv ikki til meir enn tað eina árið í brasilska stórfelagnum, tí nú hevur Zé Roberto tikið avgerð um at venda aftur til týska felagið.

Sáttmálin er galdandi tvey ár fram.

 

32 ára gamli vinstrivongurin, sum longu hevur leikt 110 dystir fyri Bayern, verður ikki minni enn sjeynda innkeypið hjá felagnum í ár. Fyrr í ár hava teir nevniliga tryggjað sær Luca Toni, Franck Ribéry, Marcell Jansen, Jan Schlaudraff, José Ernesto Sosa og Hamit Altintop.

Í felag skulu teir royna at tryggja Bayern München 21. meistaraheitið í søgu felagsins.