Í bókini sigur Isabel Allende dramatisku søguna um spansk-indianska drongin, sum vaks upp í Kalifornia, og hvørs eydnudjór er revurin: el zorro. Sum 15 ára gamal verður hann sendur til Barcelona at stríðast móti harðræðinum hjá Napoleon. Nøkur á seinni kemur ungi maðurin heim aftur til eitt Kalifornia, tyngt av harðskapi, kúgan og órættvísi. Restina av søguni kenna flestu (smá) dreingir. Zorro lat seg í svørtu hálvmaskuna, gjørdist hetja, og heimskent vørumerki.
Minni alment er tað, at nýggja bókin hjá Allende er ein bíløgd uppgáva frá eigararnum av vørumerkinum Zorro. Tað kann man so meina um, hvat man vil, men bókin hóskar í grundini væl inn í ritverkið hjá Allende. Hon er orðarík, fantasirík og søgan gongur við rúkandi ferð í onkrum slagi av new age magiskari realismu, sum eftirhondini er vorðið vørumerkið hjá Allende. Lesarin verður undirhildin í besta dreingjabókastíli frá byrjan til enda. Verri er tað við høvundanum, sum móti endanum viðgongur, at frá einum skaldsligum sjónarmiði er lítil spenningur í slíkum søgum, sum hoyra barndóminum til. Tí børn eru, við fáum undantøkum, eitt sindur keðilig.
Slíkar viðmerkingar geva frásøgnini ein humoristiskan dám, men fáa vørumerkið hjá Allende at síggja heldur ivasamt út.