Kalvi
Størsti kalvi, sum norðmenn vita um er veiddur í norskum sjógvi, er kalvin, sum Tom Richard Kristiansen fekk í gørnum sínum herfyri. Hesin risakalvi vigaði heili 629 pund, sum er 49 pund meira enn gamla metið, sum soleiðis var 580 pund.
Vit vita tó ikki, um Tom Richard hevur fingið nýggja metið skrásett og góðkent.
Kalvin hjá honum varð máldur at vera tríggjar metrar langur og ein metur breiður.
Seks kurvar
Sosialurin hevur frætt, at ein føroyskur skipari í Noregi, Hjalgrím Vestergaard av Tvøroyri, fekk ein velduga stóran kalva í norskum sjógvi í 2001.
Hjalgrím var tá skipari við norska skipinum Skjøtninberg.
Á tí eina túrinum fingu teir ein kalva, sum var 2,85 metrar langur, 1,36 breiður og 50 sentimetrar tjúkkur.
Teir skóru upp í seks kurvar av flaki - og haraftrat varð nógv koyrt burtur, sigst.
Helst størri
Kønir meta, at kalvin, sum føroyski skiparin fekk út fyri Tanafjørðinum í Noregi, hevur verið størri enn norska metið.
Hetta er tó ilt at siga, tá hesin ongantíð kom til lands og tískil ikki varð skrásettur nakrastaðni.
Kalvin hjá Hjalgrími Vestergaard var eitt sindur stytri, men munandi breiðari enn kalvin hjá Tom Richard Kristiansen.