Yvirtíðin bjargaði United

Eitt mál í yvirtíðini, tryggjaði Manchester United í dag øll trý stigini á útivølli móti Watford

Watford og Manchester United spældu fyrsta dystin í Premier League í dag.

 

Talan var um heldur skert Manchester United lið sum spældi á útivølli móti Watford. Liðskiparin Wayne Rooney var ikki við, og heldur ikki teir báðir lyklaleikararnir Anthony Martial og Michael Carrick.

 

Av tí sama fekk hollendski Memphis Depay møguleikan sum fremsti maður frá byrjan í dystinum í dag. Og tað skuldi ikki ganga long tíð, áðrenn Memphis Depay takkaði fyri álitið. Tað gjørdi hann longu aftaná ellivu minuttir, tá hann legði Manchester United á odda 1-0, eftir eitt gott innlegg úr høgru síðu.

 

Tað sá leingi út til at Manchester United skuldi vinna dystin 1-0, men seint í dystinum fekk heimaliðið, Watford brotsspark, eftir at Marcos Rojo hevði verið heldur klossutur í verjustøðu. Troy Deeney var tryggur frá ellivu metra blettinum, og javnaði til 1-1.

 

Men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Manchester United at koppa dystinum til egnan fyrimun. Eftir eitt áhaldandi trýst teir seinastu minuttirnar, kom Bastian Schweinsteiger at standa leysur í góðari støðu. Umvegis sama Troy Deeney, sum skoraði brotssparkið hjá Watford, fekk hann lagt Manchester United á odda 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Við sigrinum fór Manchester United á eitt fyribils fyrsta pláss í Premier League. Men teir kunnu tó vera yvirhálaðir av bæði Arsenal, Manchester City og Leicester seinni í dag.

 

Watford – Manchester United 1-2 (0-1)