Nógv av teimum málum, ið standa sum A-mál í Heimastýrislógini, eru longu yvirtikin, men enn vanta nøkur, til dømis skúlamál og almenn forsorg. Í næstum fara øll tey írestandi A-málini á føroyskar hendur.
A-mál kunnu, sambært Heimastýrislógini, flytast yvir til føroyska heimastýrið uttan samráðingar um so er, at føroyska heimastýrið ella danska ríkisstjórnin ynskir tað. Í Heimastýrislógini verður harafturat ásett, at yvirtøka av hesum málum hevur ta fylgju, at føroyska heimastýrið tekur á seg tær útreiðslur, ið fylgja við málunum.
Í hesum førinum er tað føroyska heimastýrið, ið ynskir, at málini skulu flytast á føroyskar hendur, og tað einasta sum krevst er, at uppskotið um at yvirtaka øll A-mál, verður samtykt á tingi. Tað verður tað helst innan stutta tíð.










