Yvirtøkur og minni ríkisstuðul til frama fyri føroysk áhugamál

- viðmerking til Kára Petersen

Kári Petersen (KP) hevði grein í føroysku bløðunum mikudagin 13. februar har hann undir yvirskiftini: ?Niðurskurður av blokkinum hevur skatt føroysk áhugamál", vil verða við, at niðurskurðurin av ríkisstuðulinum beinleiðis hevur skatt føroysk áhugamál ? hetta verður sagt uttan at nevna við einum orði, at orsøkin til niðurskurðin eru yvirtøkur og harvið størri sjálvbjargni, sum í stóran mun er til frama fyri føroysk áhugamál.
Eg fari hervið at gera viðmerkingar til greinina hjá KP.

Hagtøl og stabbamyndir
Tá ið tøl og myndir verða nýttar er lætt at geva fólki eina sannførandi uppfatan av einum vrangum veruleika.
KP vísir í tveimum stabbamyndum dømir um eina møguliga afturgjalding av uttanlandaskuld.
Fyrsta dømið vísir núverandi afturgjaldingarskipan har goldið verður 323 mió. kr. í rentum og avdrøgum um árið og harvið verður uttanlandaskuldin goldin ár 2018 ? hetta er rætt.
Næsta dømið vísir, at varð ríkisstuðulin ikki minkaður (og harvið ongar yvirtøkur framdar) og peningurin í staðin varð nýttur til at gjalda meira tvs. 687 mió. kr. um árið í rentum og avdrøgum, kundi skuldin verið goldin ár 2008.
Sum hugmynd kann henda stabbamynd nýtast, men gevur henda eina skeiva mynd av veruleikanum.

Orsøkinar eru fleirfaldar:
?Ríkisstuðulin er longu skerdur við 364 mió. kr. frá 2002 at rokna.
?Føroyska uttanlandsskuldin er ikki ein trupulleiki fyri føroyska búkapin í dag. Um so var, kundi tann parturin av ogn landskassans í Landsbankanum, ið ikki er kravd uppsparing, verið nýtt til afturgjald av uttanlandaskuld, men so er ikki og er ein orsøk til hetta.
?Landsstýrið í dag eina sera góða avtalu viðvíkjandi afturgjaldinga av uttanlandaskuldini (323 mió. um árið til lága rentu (5%) yvir 20 ár) ? so mikið góða, at møguligt avlop helst hevði kunna givið landskassanum betur avkast um hetta var nýtt til útlendskar íløgur heldur enn afturgjald av skuld.
?Rætt er, at hava ein ávísan likividitet til tess at hava frælsi at reka ein skilagóðan fíggjarpolitikk.
?Ongin niðurskurður í ríkisstuðulinum hevði borið við sær, at ongar yvirtøkur vóru framdar. Landsstýrið sett sær fyri at yvirtaka málsøki og fer hetta at bera í sær framhaldandi niðurskurð í ríkisstuðulinum.
?Hartil kemur at andstøðuflokkarnir lova stóran útreiðsluvøkstur sleppa teir framat landskassanum eftir løgtingsvalið.

Tað er tískil onki hald í, at nøkur samgonga vildi farið undir at goldið uttanlandsskuldina aftur skjótari enn hon longu verður goldin aftur í dag.

Búskapurin er væl fyri
Meðan metingar um framtíðina eru óvissar, eru hinvegin onnur tøl, ið kunnu staðfestast. Seinastu trý árini hevur avlopið á almennu fíggjarætlanini verið millum 500 og 600 milliónir krónur hvørt ár. Nú ríkisstuðulin fer at minka við 364 mió. krónum verður avlopið tað minni, tó vil fíggjarætlanin geva avlop. Hetta má sigast at verða tekin um ein búskap, ið er sera væl fyri. Tað er tískil burturvið tá ið talan ofta hevur verið um, at búskapurin er við at kollsigla v.m..
Sum er, eru játtaninar á nógvum samfelagsøkjum stórar og stórsti vandin í dag liggur í, at búskapurin kann verða yvirupphitaður ? tískil eiga politikarar at varða sær, tá ið vallyfti verða givin.
Ongin ivi skal tó verða um, at nógv øki hava tørv á enn størri játtan v.m. ? eitt nú eldraøkið ? men ómøguligt er at seta øll segl til á øllum økjum í senn. Hetta vildi í stóran mun yvirupphitað føroyska búskapin. Tá ið tað er sagt skal eg viðmerkja, at eg tó ikki eri samd í øllum teimum raðfestingum, ið gjørdar eru einastu árini. Hetta er nakað, ið eg skal koma nærri inn á í komandi greinum.

Barnafamiljur og eldraøkið
Eg eri samd við KP í, at neyðugt er, at farið verður í holt við at fyrireika seg til framtíðar broytingina í fólkasamansetingini. Tað er ein stórur trupulleiki at metta talið av pensiónistum veksur við 30 % fram til 2017, meðan talið av teimum, ið arbeiðsføra aldrinum verður mett bert at vaksa við 5 % í sama tíðarskeiði.
Trupulleikin við framtíðar eftirlønarskipanini er tó nógv meira grundleggjandi trupulleiki enn at tosa um uttanlandaskuld. Neyðugt er fyri tað fyrsta, at nýggj eftirlønarskipan verður sett í verk, ið tryggjar, at øll á arbeiðsmarknaðinum gjalda í egna skipan, meðan landskassin síðan kemur at hefta fyri tey, ið ikki eru før fyri at gjalda í hesa skipan ? hetta til tess at tryggja samhaldsfesti.
Somuleiðis má farast undir eina heildarætlan innan eldraøkið og eiga karmarnir hjá barnafamiljum at gerast nógv betur. Børnini eru framtíðin, og nú alsamt færri verða at gjalda fyri alsamt fleiri eldri er alneyðugt, at familjur verða stuðlaðar í at fáa børn ? eitt nú við longri barsilstíð, betri barnagarðsmøgulleikum, størri barnafrádrátti o.s.fr.

Politiskt og búskaparligt sjálvbjargni
KP metur, at landsstýrið heldur enn at minkað ríkisstuðulin skuldið fingið avtalu við donsku stjórnina um at nýta 364 mió. kr. eyka um árið til at afturgjalda uttanlandaskuldina ? hetta til tess, at sleppa av við skuldina skjótari og til tess at tryggja at komandi landsstýri ikki kunnu nýta henda pening til nýtslu.
Veruleikin er tó ein annar.

?Ein nýggj avtala við donsku stjórnina vildi als ikki tryggjað, at komandi landsstýri ikki fóru at nýta henda pening og harvið yvirupphita búskapin, tí henda avtala kundi verið broytt um hetta varð ynskt ? vil hetta tryggja búskaparligt sjálvbjargni ?

?KP vísir á, at Javnaðarflokkurin ynskir at Føroyar skulu gerast fíggjarliga sjálvbjargnar. Men KP og øll onnur vita, at stóru andstøðuflokkarnir longu eru komnir við uppskotum til øktar útreiðslur ? útreiðslur, ið ikki rúmast innan fyri núverandi karmar. Umboð fyri Javnaðarflokkin (sum KP stillar upp fyri til løgtingsvalið) hava enntá sagt, at neyðugt verður at fara niður til Danmarkar eftir hægri ríkisstuðuli um valskrá teirra skal hanga saman fíggjarliga. Skal ríkisstuðulin hækka er neyðugt, at vit lata málsøki, sum í dag eru føroysk aftur á danskar hendur ? er hetta til frama fyri politiskt, umsitingarligt og búskaparligt sjálvbjargni ?

?Somuleiðis vildi ongin niðurskurður í ríkisstuðulinum borið við sær, at ongin yvirtøka varð framd ? er hetta til frama fyri føroysk áhugamál ?

?Yvirtøkur, ið framdar eru /verða í 2002 eru: skúla-mál, almenna forsorgin, Skipaeftirlitið, Vága Floghavn, útvarpsgrundaða neyð- og trygdartænastan og MRCC-støðin (kostnaður íalt 386 mió.). Eru hesar yvirtøkur ikki til frama fyri politiskt og búskaparligt sjálvbjargni ?

?Varðliga mett verða inntøkurnar hjá landskassanum komandi ár mettar at verða 3517 milliónir krónur. Vegna omanfyri standandi yvirtøkur verður danski ríkisstuðulin 642 milliónir krónur í 2002. Harvið fara inntøkurnar frá ríkisstuðulinum bert at verða 17 prosent av samlaðu inntøkum landskassans í 2002 mótvegis 26 prosent í 2001. Er hetta ikki til frama fyri búskaparligt sjálvbjargni ?

Yvirtøkur og harvið minni ríkisstuðul ? til frama fyri føroysk áhugamál
Greitt er, at skulu málsøki yvirtakast og skulu føroyingar ráða yvir egnum landi, so fer danski statskassin ikki at gjalda fyri hetta. So hvørt sum føroyskir myndugleikar yvirtaka valdið á ymisku málsøkjunum, so hvørt gevast danskir myndugleikar at gjalda fyri hesi, og harvið minkar ríkisstuðulin.
Sum so ofta hevur verið víst á áður er best fyri ein hvønn búskap at gerast óheftur av stuðli og nú ríkisstuðulin bert er 17 % av inntøkum landskassans eru vit væl áleiðis at gerast búskaparliga sjálvbjargin.
Niðurskurðurin av ríkisstuðlinum skyldast yvirtøkur, ið flest allir føroyingar mugu verða glaðir fyri. Tá ið KP vil verða við, at ein skerjing av ríkisstuðulinum vegna yvirtøkur hevur skatt føroysk áhugamál, hevur hann so sanniliga eina heilt øðrvísi fatan av, hvørji føroysk áhugamál eru, enn flestu føroyingar hava.
Yvirtøkur - og harvið minni ríkisstuðul - fremja politiskt, umsitingarligt og búskaparligt sjálvbjargni og eru soleiðis til frama fyri føroysk áhugamál.