Yvirtøkur í fasta legu

Nýggir vindar blæsa í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Burtur er konfrontatiónin, og nú leggur løgmaður upp til, at øll mál skulu kunna yvirtakast. Forsætisráðharrin styðjar royndina at fáa allar yvirtøkur í eina lóg

»Hetta er ein roynd at fáa sjálvstýrismálið í eina fasta legu.«
Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur eina ætlan, sum tykist ógvuliga einføld. Í staðin fyri at fara í Fólkatingið, hvørja ferð eitt mál skal flytast úr Danmark til Føroya, ætlar hann sær eina ferð med alla at fáa eitt standandi loyvi til at fremja yvirtøkur.
Við øðrum orðum verða øll tey málsøki, sum liggja millum Føroya og Danmarkar, gjørd til A-mál, ella føroysk sermál, sambært heimastýrislógini.
Tað merkir, at føroyingar kunnu einsíðugt yvirtaka eitt málsøki, tá tað er búgvið. Afturfyri átakur heimastýrið sær eisini at gjalda fyri tað, sum heimastýrislógin ásetir.
? Hetta er ein máti at gera tingini praktisk. Tað verður ikki longur ein spurningur um konfrontatiónir millum Føroyar og Danmark, men aleina ein spurningur um, nær føroyingar hava fyrireikað seg nóg væl til, at eitt málsøki kann yvirtakast. Tá vit eru klár at yvirtaka eitt mál, so verður tað gjørt, um løgtingið samtykkir tað, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.
Talan er framvegis um eitt uppskot, sum skal góðtakast av donsku stjórnini, men forsætisráðharrin hevur longu givið til kennar, at tað ljóðar skilagott.
? Forsætisráðharrin hevur sagt løgmanni, at hann heldur tað vera skilagott, at vit arbeiða við einari yvirtøkulóg í staðin fyri einari rúgvu av lógum, sigur Anfinn Kallsberg.
Sostatt er líkt til, at nýggir og lýggjari vindar blæsa millum Føroyar og Danmark. Alt byrjaði við føroyavitjanini hjá Anders Fogh Rasmussen, sum endaði við einari semju um, at føroyingar kunnu yvirtaka øll málsøki, um vit bara gjalda fyri tey.
Undantikin eru sjálvandi tey mál, ið knýta seg at grundlógini, tað vil siga uttanríkismál, gjaldoyra, verja og heimarættur. Tey vera ikki yvirtikin, fyrr enn Føroyar taka fullveldi við einari fólkaatkvøðu, sigur løgmaður.
Sostatt snýr politikkurin seg um at tráðnýta møguleikarnar í Heimastýrislógini. Hetta minnir ikki sørt um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um nýskipan.
? Kanska, eg veit ikki. Eg havi ongantíð rættiliga fatað, hvat Sambandsflokkurin vil. Teir siga, at vit skulu kunna yvirtaka alt, men teir vilja onki yvirtaka. Hetta er so ein roynd at gera tingini meira praktisk, og tað áttu øll at tikið undir við, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.