Tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum, var tað ikki bara búfólkini og tey eldru, ið kommunurnar yvirtóku, men eisini øll starvsfólkini innan økið.
Talan er um rímiliga nógv starvsfólk. Á ársfundinum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum upplýsti Heðin Mortensen, formaður í felagnum, at kommunurnar fingu 785 nýggj starvsfólk tá økið varð yvirtikið.
- Við yvirtøkuni av øllum eldraøkinum fingu kommunurnar 785 nýggj starvsfólk í sína tænastu, og má hetta sigast at vera eitt rættiliga lop í mun til tey 181, sum starvaðust hjá kommununum innan eldraøkið frammanundan.
Formaðurin ásannaði í síni røðu, at stóri vøksturin í starvsfólkatalinum ikki bara var jaligur, men at hann hevur havt nakrar avbjóðingar við sær.
- Yvirtøkan av eldraøkinum varð fyrireikað sum best frammanundan, men hóast hetta hava mong ymisk ivamál verið um starvsfólka- og sáttmálaviðurskifti. Hetta legði hald á nógva orku hjá felagnum í 2015, segði Heðin Mortensen.











