Fólkakirkjan
Landsstýrið ætlar eftir øllum at døma framvegis at halda fólkakirkjuna uttanfyri samráðingarnar um at yvirtaka fólkakirkjuna.
Í seinasta valskeiði var ein miseydnað roynd gjørd at yvirtaka fólkakirkjuna, men tá varð harðliga funnist at landsstýrinum fyri at skúgva kirkjuligu myndugleikarnar í Føroyum til viks í spurninginum um yvirtøkuna at fólkakirkjuna.
Nógv av teimum, sum arbeiða í kirkjuni í Føroyum fýltust á, at samráðingarnar um at yvirtaka fólkakirkjuna fóru fram yvir høvdinum á teimum, uttan at tey, sum høvdu við kirkjuna á gera, upp á nakran máta fingu ávirkan á tað, sum hendi.
Men nú nýggja samgonga varð skipað høvdu tey, sum hava við kirkjuna at gera, væntað eina øðrvísi mannagongd.
Tí í samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at ?Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í samband við yvirtøku verða goldnar av landskassanum?
? Eg má viðganga, at orðini í samgonguskjalinum gjørdu, at vit høvdu væntað okkum nýggja tónar úr landsstýrinum, sigur Hans Jacob, Joensen, Bispur.
? Men eg má samstundis ásanna, at tað er ongin broyting hend og at fyribils tykist tað, sum um Landsstýrið framvegis ætlar, at tey, sum hava við kirkjuna at gera skuldu haldast fullkomiliga uttanfyri alla ávirkan.
? Vit mugu staðfesta, at antin merkja orðini í samgonguskjalinum ikki tað, vit hildu at tey merktu, ella verða tey ikki hildin.
Hans Jacob Joensen vísir á, at síðani nýggja samgongan varð skipað, hevur Bispur, hvørki hoyrt orð ella eið úr landsstýrinum.
?Enn hevur landsstýrið ikki vent sær til mín um nakað sum helst.
Kortini hevur fundur verið í Keypmannahavn ímillum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøkuna av fólkakirkjuni.
Í samrøðu við Trúboðan vísir Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna, at hesin fundurin var eitt framhald av fundunum sum vóru í seinasta valskeiði, men sum steðgaðu, tá valið varð útskrivað.
-Samstundis staðfestir hon eisini, at grundarlagið undir samráðingunum er framvegis uppskotið sum ein nevnd gjørdi um yvirtøkuna av fólkakirkjuni- og sum bispur als ikki tekur undir við.
? Sostatt mugu vit staðfesta, at tað er als ongin broyting hend, men at landsstýrið heldur fram í sama sporið sum í seinasta valskeiði við at halda kirkjuliga myndugleikan í Føroyum uttanfyri alla ávirkan, hóast tað beint øvugta stendur í samgonguskjalinum.
? Tað einasta, eg havi frætt var frá fráfarna landsstýrinum í mars mánaði, har eg varð spurdur, hvat kirkjuligi myndugleikin hevði sagt til at verið við í arbeiðnum at yvirtaka fólkakirkjuna.
?Eg svaraði aftur, at tað var landsstýrismaðurin, sum hevði sett okkum uttanfyri, so tað mátti eisini vera hann, sum tók okkum upp í aftur, men at eg helt, at nú var nýtt løgtingsval í hondum og at tað mátti vera tann nýggi landsstýrismaðurin, sum tók avgerð um tað.
? Síðani hoyrdi eg onki aftur og eg dugi avgjørt ikki at síggja nakra sum helst broyting, sigur Hans Jacob Joensen.
? Hvat so verður framyvir, vita vit ikki, leggur hann afturat.
Hann vil kortini ikki siga, at hann er vónbrotin av tí, sum er hent, tí hann hevur leingi sæð, hvønn veg tað bar.
-? Men nú eg las samgonguskjalið, havi eg bara bíðað eftir at vita, um tað vóru gerðir aftanfyri orðini í nýggja samgonguskjalinum. Men pappírið er tolið og enn er ongin broyting at hóma.
Vórðu koyrd frá
Hans Jacob Joensen sigur, at nevndin, sum sat og arbeiddu við føroysku kirkjulógir í sambandi við yvirtøkuna, varð meiri ella minni sett frá og síðani hevur kirkjan als onga ávirkan havt á gongdina.
Hinvegin varð ein nýggjur bólkur settur at gera føroyskar kirkjulógir, men har sat onki umboð fyri kirkjuna.
?Men vit fingu eisini at vita, at ætlanin var at yvirtaka kirkjuna, hóast lógir og fyrisitingarreglur ikki vóru liðug, tí tað kundi koma aftaná.
? Tað kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar, hóast vit eru grundleggjandi ósamd, tí vit halda avgjørt, at tað er neyðugt at lógargrundarlagið verður gjørt liðugt, áðrenn yvirtøkan verður framd so tað er heilt greitt frá fyrsta degi, hvat kirkjan skal bera í sær ístaðin fyri at koma aftaná og gera lógir og reglugerðir so við og við, tí tað kann fáa óhepnar avleiðingar.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa eina viðmerking úr Mentamálaráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.