Yvirtøka av skipaeftirlitinum

Eitt heilt nýtt málsøki, sum kann liggja í Suðuroy

 

Finnleif Guttesen

Tvøroyri

????????????????


Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, ætlar at Føroyar skal yvirtaka skipaeftirlitið og leggja tað saman við núverandi sjóvinnufyrisiting, sum er deild í Fiskimálastýrinum.


Ikki bananstatur

Heilt avgerandi er, at Føroyar ikki blíva kosnar sum ein bananstatur viðvíkjandi sjótrygd og tí má regluverkið og umsitingin á báðum økjum í minsta lagið lúka altjóða krøvini, tí annars kemur føroysk sjóvinna skjótt í ringt orð, við harav fylgjandi fíggjarligum og øðrum avleiðingum.


Kostnaður

Mett er, at umleið 10 mill. skulu játtast av Løgtinginum, fyri at halda núverandi støði av skipaeftirlitinum og sjóvinnufyrisitingini.

Harufturat er tað møguligt at yvirtaka málsøki, vitar, farvatnsuppmerking og veðurtænastuna, sum mett kostar 8 mill., íalt, ein kostnaður uppá 18 mill.


Gegni

At henda nýggja deildin ikki skal liggja undir Fiskimálastýrinum sigur seg sjálvt, tá hugsa verður um tær serligu eftirlitsuppgávur, ið fyrisitingin hevur at røkja.

Tí mælti nevndin, ið sett varð til at gera tilmæli um yvirtøku av skipaeftirlitinum, at henda nýggja fyrisitingin, ið fer at fevna um verandi fyrisiting (sjóvinnufyrisitingin) og nýggju fyrisitingina av málsøkinum trygd á sjónum, verður skipað sum sjálvstøðug fyrisiting undir landstýrismanninum í sjóvinnumálum.


Arbeiðspláss

Mett verður at 14 fólk, við ymiskum førleika, so sum til, lógarsmíð, sýnsarbeiði, altjóða samskifti,kanningar og skrivstovuarbeiði skulu umsita málsøki trygd á sjónum og er hetta ein upplagdur møguleiki til at leggja umsitingina í eitt øki har hesir førleikar mangla, tí lítið arbeiði við kravda førleikanum er í økinum.

Hesi fólk, við familju, sum koma at arbeiða í umsitingini, fara at menna øki bæði sosialt og vinnuligt, tí tørvurin frá nýggjum arbeiðsplássum fer at seta størri krøv til økismenning.


Politiski viljin

Komandi mánaðirnar fáa vit at síggja, um tað er nakar sum helst politiskur vilji til økismenning ella um tað bert er málageipan.