B68 megnaði at koma aftur, aftaná at hava verið aftanfyri, bæði 2-0 og 3-1. Tá bert ein minuttur var eftir av tí vanligu leiktíðini, sendi veteranurin, Øssur Hansen eitt fríspark inn í brotssteigin hjá HB, har tann innskifti, Oddur Højgaard var hægstur og stútaði bóltin í netið til javnleik 3-3. Frøin var ovurhonds stór, bæði á B68-spælarum, og á viðhaldsfólkunum. Men í tíðini, sum Petur Reinert hevði lagt aftrat, gjørdi HB tað sama, sum teir gjørdu í fyrsta dystinum ímóti FC Suðuroy, og í heimadystinum ímóti NSÍ. B68-arnir jublaðu enn, tá HB fór í álop, og so var bygdamaður bygdamonnum ringast. Toftamaðurin hjá HB fekk fatur á bóltinum uttanfyri brotsteigin hjá B68. Hann sneiddi ein verjuleikari hjá B68 av, og fekk bóltin framvið Vlada Filopovic og í netið. Enn ein yvirtíðarskoring hjá HB, sum vitnar um ein sterkan moral og stríðsvilja, eisini tá tað leikliga ikki gongur heilt eftir vild.
Fimm mál uppá 16 minuttir
Tað stóra undirhaldið í dystinum hendi millum 18. og 34. minutt í fyrra hálvleiki, tá heili fimm mál fullu. Fyrst gerst Andrew av Fløtum fríur, og lyftir bóltin upp um málverjan. Fýra minuttir seinni stútar Fróði Benjaminsen bóltin hegnisliga í netið. Bert fýra minuttir eftir hetta skorar Jóhan Dávur Højgaard eftir hornaspark, sum Pól Jóhannus Justinussen snittaði víðari, og dysturin livir aftur. Tað ganga bert tveir minuttir, so skorar Milan Kuljic við høvdinum eftir frísparksinnlegg, og HB er aftur frammanfyri við tveimum málum. Nú ganga aftur bert seks minuttir. Miðvallarin hjá B68, Pól Jóhannus Justinussen slítur seg leysan av fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setir bóltin í HB málið. Tað var ein sera undirhaldandi og spennandi løta at verða vitni til, men tað stóra drama´ið hendi kortini í teimum seinastu minuttunum.
Lyftir armar og hepnið
Tað vóru tveir vónbrotnir B68-spælarar, Jóhan Dávur Højgaard og Jóhan Petur Poulsen, sum aftaná dystin iðraðu seg um, at teir gloymdu at fáa armarnar niður, og at tryggja sær javnleikin teir høvdu kempað so hart fyri. Teir vóru kortini nøgdir við hugburðin, og tað leikliga avrikið í seinna hálvleiki. Kári Nielsen hjá HB viðgekk, at eydnan var við teimum. Hann ivaðist í hvussu gjøgnumhugsað tað seinasta álopið hjá HB var, men tað sleiskast hjá teimum sum treiskast. Og nú er spurningurin, um HB-spælarnir ikki burdu farið yvir til at skriva yvirtíðarseðlar?