Yvirskrift

Eg havi sæði í bløðum, at tað verður skrivað t.d. »Týskarar sukku skip á Bankanum í 1917«

Eg havi sæði í bløðum, at tað verður skrivað t.d. »Týskarar sukku skip á Bankanum í 1917«. Eg eri nú ein eldri maður, eg havi aldri hoyrt ella lisið annað enn, at skipini sukku, men at tey vórðu søkt. Um tað bert var tann eina ferðin, at hetta varð skrivað, so kundi tað verið gjørt av misgávum, men hetta varð gjørt fleiri ferðir. Vónandi verður hetta ikki aftur at síggja.