Yvirskotið vaks 20 milliónir

Norrøna flutti væl fleiri ferðafólk í fjør enn vanligt

Norrøna gjørdi eitt gott hál í fjør og úrslitið fyri 2013 vísir, at Smyril Line hevði eitt avlop á 32,2 milliónir krónur.

 

Tað eru einar 20 milliónir krónur meiri í avlopi enn í 2012 og tað eru tey nøgd við í Smyril Line.

 

Høvuðsorsøkin er at avlopið veksur, er at sølan økist alsamt, samstundis sum at raksturin verður alsamt skilbøttur

 

Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferðafólkasøluni á umleið trý prosent. Samstundis eru prísirnir lækkaðir 9 prosent í meðal

 

Sostatt flutti Norrøna 13 prosent fleiri ferðafólk í fjør, enn í 2012

 

- Økta talið av ferðandi viðførdi hægri sølu umborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað umleið trý prosent, so tilsamans er sølan umborð hækkað 16 prosent, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi í morgun.

 

Smyril Line sigur eisini, at nøgdsemiskanningar vísa, at ferðafólk halda, at tænastustøðið er hækkað umborð og tey siga, at nú liggur felagið í eini tryggari legu

 

Í nevndini í Smyril Line eru Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, umframt Linda Björk Gunnlaugsdottir, Hendrik Egholm og Arne Joensen, sum er nývaldur á aðalfundinum hesa ferð.