Yvirskotið um hálva milliard

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 vísir eitt avlop aftaná rakstrar-, løgu- og rentuútreiðslur (RLÚ) uppá 482 mió. kr.

Ólavur í Beiti


Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 verða inntøkurnar mettar til 3,5 mia. Sammett við fíggjarlógina fyri 2000 er tað ein vøkstur í inntøkunum uppá 205 mió. kr. ella 6,2 %, og ein vøkstur í útreiðslunum uppá 168 mió. kr. ella 5,9%. Men vøksturin er størri í inntøkunum enn í útreiðslunum, so RLÚ avlopið verður 37 mió. kr. ella 8,3% hægri, sigur fíggjarmálaráðharrin í sínum viðmerkingum til uppskotið, sum lagt er fram.

Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen sigur, at tað hevur gingið væl búskaparliga í Føroyum seinastu árini. Reali vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni hevur verið 5,5 % í miðal um árið seinastu fimm árini, og vøksturin í virkseminum er framvegis stórur. Tað eru tó tekin um linking í virkseminum innan fiskivinnuna, og høgu oljuprísirnir og rentuhækkingarnar bera á sama borði. Men tað eigur ikki at undirmetast, at fyrireikingarnar og vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava stimbrandi árin á virksemið í landinum.

? Útgoldna A-inntøkan er vaksin 10% fyrstu 8 mánaðirnar í ár sammett við somu tíð í fjør. Tað sæst aftur í inntøkum landskassans.


Útreiðslur

Sambært viðmerkingunum eru útreiðslurnar settar til 2,850 mia. kr. á fíggjarlógini fyri 2000, men vera nú mettar til at verða 2,971 mia. kr. ella 121 mió. kr. hægri enn á fíggjarlógini.

Av hesum er higartil í ár søkt um eykajáttan fyri 43 mió. kr. til lógarbundnar útreiðslur, serstakliga pensiónir og aðrar almannaútreiðslur, verður greitt frá í viðmerkingunum. Til løgur eru 20 mió. kr. í ónýttum játtanum fluttar frá 1999 til 2000, tí arbeiðið ikki varð liðugt í 1999. Eykajáttan til Strandfaraskip Landsins og Postverk Føroya er uppá 22 mió. kr. Eykajáttan til vanligar rakstrarútreiðslur er uppá 13 mió. kr og til aðrar játtanir 10 mió. kr.

Og fíggjarmálaráðharrin sigur, at serlig orka má setast á at basa óskilinum við teim afturvendandi eykajáttanum á økjum, sum ikki átti at komið óvæntað á stýrini, so eykajáttanir bert verða brúktar til óvæntaðar útreiðslur, sum stinga seg upp í fíggjarárinum, og sum tað ikki var møguligt at vita, tá fíggjarlógin varð gjørd.


Búskapargrunnar

Karsten Hansen boðar eisini frá í viðmerkingunum at nú skal búskapargrunnur setast á stovn og í henda grunn verða settar allar inntøkur, sum ikki skulu nýtast í næstu framtíð. Endamálið er at forða fyri, at inntøkur frá t.d. oljuvinnuni umvegis landskassan verða slúsaðar inn í búskapin, sigur Karsten Hansen.

Og í skiftisgrunnin, sum eisini skal setast á stovn sambært viðmerkingunum, verða settar inntøkur, sum skulu nýtast til at tryggja eina javna og trygga gongd frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap í Føroyum í sambandi við, at føroyingar taka fulla ábyrgd av landinum. Tað, sum verður latið í grunnin, er yvirskot landskassans og møguligar inntøkur, sum kunnu koma av, at almennar fyritøkur verða settar á partabrævamarknaðin, sigur Karsten Hansen.

Og fíggjarmálaráðharrin tekur saman um og sigur, at hóast stóra búskaparvøksturin, sum vanliga hevur við sær hækkandi prísir, hægri lønir og størri íløguhug, so hevur tað eydnast at reka ein varligan fíggjarpolitikk, soleiðis at yvirskotið í landskassanum hevur ligið um eina hálva milliard fleiri ár á rað, skuld er niðurgoldin, og gjaldføri landskassans er nógv betrað.