Yvirskotið tódnar hjá Føroya Banka

Stóru burturleggingar í alivinnuni seta síni spor ársroknskaparúrslitið hja Føroya Banka. Ársúrlitið í ár er 38 mio. krónur í yvirskoti og hetta er væl minni enn úrslitið fyri 2002. ?Roknskapurin er nøktandi, verður sagt úr Føroya Banka

Nevndin í Føroya Banka samtykti í gjár roknskap bankans fyri 2003. Niðurgongdin í føroyska búskapinum rakar eisini føroysku peningastovnarnar og góðu rakstrarúrslitini hjá Føroya Banka seinastu árini eru við at tódnað.
Ársúrslitið fyri 2003 er 38 mio. í yvirskoti. Hetta er góðar 110 mio. verri enn ársúrslitið fyri 2002, sum var 146 mio. krónur.

Stórar burturleggingar
Føroya Banki hevur verið virkin í føroysku alivinnuni og niðurgongdin í vinnuni setir avgjørt síni spor ársúrslitið hjá Føroya Banka. Tíðliga í heyst var Føroya Banki noyddur at gera stórar burturleggingar í alivinnuni og burturleggingarnar er høvuðsorsøkin til, at yvirskotið hjá bankanum er minka so nógv.
Í fjør setti Føroya Banki setti 110 mio. krónur ímóti tapi og burturleggingum.

Helvtin
Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen sigur, at grundleggjandi raksturin hjá Føroya Banka er nøktandi, men tær 110 mio. krónurnar í burturleggingum ávirka roknskapin nógv tann skeiva vegin. Spurdur, um Føroya Banki fer at seta pening ímóti tapi aftur í ár, svarar Jørn Astrup Hansen, at tað fara teir óivað, men upphæddin verður væl minni.
-110 mio. er alt ov nógv. Stóru burturleggingarnar í fjør komu fyrst og fremst av, at kreppan í alivinnuni kom í einum. Upphæddin til burturleggingar skal ikki verða størri enn helvtin av talinum í fjør og tað er eisini málið í ár, sigur Jørn Astrup Hansen.
Føroya Banki ætlar sostatt at streingja á fyri at fáa burturleggingar og tap niður á góðar 50 mio. krónur í ár.

Minni vinningsbýti
Landskassin hevur seinni árini kunna gjørt sær dælt av stóru yvirskotunum í føroyska fíggjarheimunum. Millum annað hevur landskassin árliga fingið stórt vinningsbýti frá Føroya Banka . Í fjør fekk landskassin 73 mio. krónur í vinningsbýti, meðan upphæddin í ár er minkað niður á 20 mio. krónur.
Jørn Astrup Hansen sigur, at siðvenjan hevur verið, at á leið helvtin av ársúrslitinum hjá bankanum er útgoldið sum vinningsbýti. Í fjør var ársúrslitið 146 mio. krónur í yvirskoti og tá varð útgoldið 73 mio. krónur í vinningsbýtið. Í ár er ársúrlitið 38 mio krónur í yvirskoti og vinningsbýtið er ásett til 20 mio. krónur.

Færri starvsfólk
Fyrst í januar mánað sendi kappingarneytin hjá Føroya Banka, Føroya Sparikassi, 16 fólk til hús. Grundgevingin fyri uppsøgnunum var, at tørvur var ikki so nógvum starvsfólkum longur, tí fíggjarheimunur verður í størri og størri mun automatiseraður og tí er ikki neyðugt við so nógvum starvsfólkum.
Á ársroknskapinum hjá Føroya Banka sæst, at starvsfólkatalið á Føroya Banka er lækkað seinasta árið. Sammett við 2002 arbeiddu 11 fólk færri í 2003 í Føroya Banka.
?Vit hava leypandi gjørt neyðugu tillagingar við starvsfólkatalinum. Hesum ætla vit at halda á vit at gera, so leingi tørvur verður á tí, sigur Jørn Astrup Hansen