Yvirskotið frá Asfalt gagnnýtt

Yvirskotið, ið kom inn frá tónleikafestivalinum, Asfalt, taldi 120.000 kr, og fólk hava undrast á, hvar hesin peningur er farin. Bogi Andreasen er leiðari á Margarinfabrikkini og hevur staðið á odda í fyrireikingunum av einum nýggjum spælistaði í Havn

- Nógv hava spurt eftir pengunum, ið komu inn frá Asfalt 2007, segði hann. Sosialurin fekk eitt prát við hann í nýggja spælistaðnum, Reinsarínum. Ikki røkka 120.000 langt, tá tað kemur at gera eitt høli til, men tá tað ræður um at keypa útgerð kann ein koma langt. Og tað er tað, ið Bogi Andreasen hevur gjørt.

Heilar 160.000 krónur eru brúktar uppá at fáa framúr góða tónleikaútgerð til Reinsaríið. Írestandi 40.000 krónurnar eru veittar av Tórshavnar kommunu. – Eg havi einki valt sjálvur, eg havi spurt meg fyri hjá teimum serkønu innan ymisku ljóðførini, segði hann um dýru keypini, ið eru framd. At peningurin verður nýttur til útgerð, merkir at tónleikararnir, ið viðvirkaðu á Asfalt fáa nakað afturfyri. At eitt spælistað er har, veitir ein heilt nýggjan møguleika. Staðið er ókeypis, og eitt starvsfólk og ein vaktur eru við. Ætlanin er at tónleikararnir bara kunnu møta upp, seta stikkið í og spæla.

Men enn liggur framtíðin hjá hesum spælistaðnum, sum so nógvir tónleikarar hava longst eftir í langa tíð, leys í kortum. Um Reinsaríið endaligt verður nýtt til hetta verður avgjørt í býráðnum. Húsið sjálvt er í trimum hæddum, har einans tann niðasta verður nýtt í løtuni.


Sera væl umtókt

Útgerðin kom í hølið í farnu viku og enn restar okkurt í. Fyrstu bólkarnir at nýta útgerðina vóru Gestir og Orka. Orka í ein lítlan mun, tí tey flestu av teirra ljóðførum eru heimagjørd. Nýggja spælistaðið hevur eina ráa útsjónd, træðið er merkt av fánaðari máling og gólvið er óslætt. Tá spælt verður eru ofta stearinljós, greiddi hann frá, alt hetta ger staðið til nakað heilt serligt. – Tónleikarar, ið ofta ikki eru so øgiliga jaligir, hava tikið ordiliga væl ímóti staðnum, segði hann. Longu fyrsta tíðarskeiðið, spælistaðið var í nýtslu, ið fevndi um 40 dagar, vóru heilar 18 konsertir spældar har, so staðið er sera nógv umbiðið.

Næsta tiltakið verður longu komandi leygardag, tá møguligt verður at hoyra eittnú Kára P og Boys in a Band, sum ein part av Psykiatridegnum. Til ber annars at síggja skránna fyri húsið á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini, www.margarinfabrikkin.fo.