Yvirskotið á fíggjarlógini er ov lítið

Alt bendir á, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri 2019 fer at vera á leið hálva milliard krónur, meðan yvirskotið í fíggjarætlanini fyri 2020 ikki fer at vera meira enn góðar 200 milliónir krónur. Vit halda ikki, at hetta er skilagóður politikkur, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Landsstýrið hevur sent eitt broytt fíggjarlógaruppskot til Fíggjarnevndina. Útreiðslurnar økjast 134 milliónir krónur, og inntøkurnar økjast við 186 milliónum krónum.

Yvirskotið er 224 milliónir krónur, sum er 52 milliónir meira enn framskrivaða uppskotið, sum varð lagt fram í september.

Men Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er ikki nøgdur við tølini, sjálvt um yvirskotið er størri enn tann framskrivaðu fíggjarætlanina frá september.

– Landsstýrið hevur valt, at raksturin verður øktur við 330 milliónum krónum samstundis sum inntøkurnar eru minkaðar við umleið 50 milliónum krónum. Tað halda við ikki er skilagott, sigur Aksel V. Johannesen.

– Vit hava stór yvirskot nú, og tá eiga vit at rinda skuld aftur og leggja pengar til síðis at standa ímóti við, tá verri tíðir eru, sigur fyrrverandi løgmaður.

Aksel V. Johannesen afturvísir eisini útsøgnunum frá núverandi fíggjarmálaráðharra, Jørgen Niclasen, sum sigur, at fyrrverandi samgongan hevur niðurbundið verandi samgongu við meir enn 300 milliónum, millum annað við Hvalbiartunli, havrannsóknarskipi og eykaútreiðslum á Landssjúkrahúsinum.

– Tað er ikki rætt. Tað er at renna undan ábyrgd. Fólkaflokkurin og hinir samgonguflokkarnir hava sjálvir atkvøtt fyri nevndu málum, sigur Aksel V. Johannesen millum annað.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum var á FM 1, við at trýsta á pílin undir myndini.

##med2##