Yvirskot á Skipasmiðjuni

Tórshavnar Skipasmiðja hevði í fyrsta roknskaparári sínum eitt yvirskot á 7.343 tkr. Av samlaðu fíggjajavnvágini upp á 164.066 tkr. var eginognin við árslok 2005 70.185 tkr. Hetta svarar til ein soliditet á 43%. Úrslitið er á leið tað, sum hevur verið galdandi hjá núverandi P/F 14, sum áður bar navnið, Tórshavnar Skipasmiða.