VIT loyva okkum at spyrja í hvønn mun tað kann vera tann ósjónliga útjaðarasamgongan, sum er orsøkin til, at tað ikki ber til at játta okkara høvuðssjúkrahúsi so mikið av pengum, at tað kann virka sum eitt nútíðar sjúkrahús fyri allar borgarar í samfelagnum? Tað er eingin loyna, at tað eru løgmaður og fíggjarmálaráðharrin, sum sita á kassanum í Tinganesi og tí eru teir, ið gera av, hvussu nógvir pengar skulu játtast til eitt nú Landssjúkrahúsið. Nú so stórt yvirskot er á fíggjarlógini eigur at verða spurt, hví tað ikki ber til at loysa trupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum, sum í síðsta enda botna í, at alt ov nógv verður lagt á hvørt starvsfólkið. Uppsøgnir hava rætt og slætt skapt ein ótryggleika, sum eingin kann liva við í longdini. Tær eru orsøkin til, at deildir mugu stongja, at fólkið má renna skjótari osfr. Í veruleikanum áttu fleiri fólk verið sett á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at tað bar til at liva upp til krøvini, sum eitt samfelag setir til sítt høvuðs/meginsjúkrahús. Men tað sær ikki mætari út enn, at okkara ráðandi politikarar vilja als ikki hava eitt vælvirkandi landssjúkrahús. Tað er ikki ov nógv sagt, at Landssjúkrahúsið næstan ongan góðan eigur millum okkara politikarar. M.a. er tað eisini undrannarvert, at andsstøðupolitikarar og fyri tað eisini samgongupolitikarar valdir í høvuðsstaðnum, mest sum bara lata standa til.
TAÐ er ein politisk avgerð, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Spurningurin er so, um vit skulu hava trý sjúkrahús, har einki livir upp til krøvini, sum nútíðarsamfelagið setir til eitt sjúkrahús ella vit skulu hava í hvussu er eitt høvuðssjúkrahús, sum livir upp til hesi krøvini. Teir politikarar, sum hava gjørt av og krevja, at vit skulu hava trý sjúkrahús mugu so eisini gera sær greitt, at høvuðssjúkrahúsið má og skal prioriterast hægri enn tað verður gjørt í dag. Hetta vil í veruleikanum siga, at antin mugu hini sjúkrahúsini niðurprioriterast ella mugu fleiri pengar finnast aðrastaðni til røkt og viðgerð og menning av hesum sjúkrahúsinum. Tað er absurt at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini uppá fleiri hundrað milliónir, samtíðis sum landsins meginsjúkrahús ikki fær pengar til at kunna veita neyðugu tænastuna til allar landsins borgarar. Í okkara verð hava løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og heilsumálaráðharrin fullu ábyrgdina av hesi vanvirðiligu gongd. Hvat hevur t.d. heilsumálaráðharrin gjørt til tess at sannføra sínar starvsfelagar í Tinganesi um, at Landssjúkrahúsið má prioriterast hægri? Hví góðtók hon uttan víðari, at stórur partur av lønarhækkingunum skuldi takast frá rakstrinum. Hví setti fíggjarmálaráðharrin hetta krav, tá hann visti, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa fyri sjúkrahúsøkið?