Yvirskot hóast niðuskrivingar

Hóast stórar niðurskrivingar upp á skip hevði samtakið kring Faroe Ship eitt avlop á 4,6 milliónir krónur Í tíðindaskrivi sigur leiðslan, at tey eru nøgd um úrslitið, hóast talan ikki er um stórt avlop..

Einasta felag í samtakinum, sum ikki hevði avlop, er P/F Faroe Ship, sum hevði 25 milliónir krónur í halli. Orsøkin til hetta eru niðurskrivingar av gomlu skipum felagsins, sum eru seld í 2008. Soleiðis eru hesi við roknskaparárslok upptikin til virðið, sum varð staðfest við søluni í 2008.

Í tíðindaskrivi sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, at nógv orka er í farna ári løgd í at samskipa virksemið í feløgunum, og sum lið íarbeiðinum at betra um flutningin millum Føroyar og útheimin varð avgjørt at skiftatey gomlu skipini út.