Suðuroyar Sparikassi økir áhaldandi um sítt virksemi og kann vísa á eitt munandi betri hálvársúrslit fyrra hálvár 2017.
Tað sigur sparikassin í einum tíðindaskrivi í dag.
Yvirskotið áðrenn skatt er kr. 1,1 mill. kr. – ein betring á 20% í mun til 2016.
Útlán hjá Suðuroyar Sparikassa eru økt við 3% - úr 560 mió. kr. til 577 mió. kr.
Innlánini vuksu við 6% - úr 705 mió. kr. til 747 mió. kr.
Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús, og innlánini serliga til konti uttan uppsøgn.
Suðuroyar Sparikassi væntar tó, at útlánini við ársenda í 2017 eru minkaði orsakað av eini tillaging til nýggj og strangari krøv til at styrkja peningastovnarnar komandi árin