<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Partmál:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Mest týðandi forðingar fyri samhandli Føroya við onnur lond skulu takast burtur. Føroyar skulu vera við, har tær fáa týdningarmikla vitan og politiska ávirkan. Føroyar skulu gerast sjónligar á økjum, har tær í serligan mun hava líkindi og tørv á at gera seg galdandi. Samfelagsskipanir skulu stimbra føroyskum vinnulívi og føroyingum at virka og gera íløgur uttanlands, samstundis sum tær eggja bæði føroyskum og útlendskum borgarum og fyritøkum at gera íløgur og at nýta nýggja tøkni og vitan í Føroyum. Føroyar skulu verða umboðaðar í londum, ið hava størstan vinnuligan, búskaparligan og politiskan týdning fyri Føroyar.