Í ár eru 10 ár liðin, síðan movember tiltakið byrjaði í Avstralia og Ný Sælandi og spreiddi seg til nógv onnur lond, eisini til Føroyar.
Movember er ein samanseting av orðunum mustage og november, sum er eitt árligt tiltak, har menn kring um í heiminum lata yvirskeggið veksa fyri at varpa ljós á heilsuna hjá monnum.
Tað vísir seg nevniliga, at menn ikki altíð taka sína heilsustøðu í álvara fyrr enn ov seint er.
Movember tiltakið byrjaði í 2004 fyri at vekja ans og útvega pening fyri at hjálpa upp á heilsutrupulleikar hjá monnum, sum t.d. prostatakrabba og tunglyndi.
Tiltakið byrjaði í Avstralia og Ný Sælandi og seinni komu onnur lond við sum Írland, Kanada, Tjekkia, Danmark, Spania, Stórabretland, USA, Ísrael, Taiwan og Suðurafrika.
Her hjá okkum byrjaði movember fyri trimum árum síðan, tá menn lótu yvirskeggið veksa í november mánaði.
Í samband við movember verður nógvastaðni skipað fyri tiltøkum fyri at savna inn pening til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum.