Yvirmenninir hjá Strandferðsluni sinnaðir at siga verkfalsrættin frá sær

Skipara- og navigatørfelagið bjóðaði sær til at gera yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn fyri at sleppa undan at skipini verða løgd av verkfalli. Men fíggjarmálaráðið vildi ikki tosa um tað

Strandferðslan

?Landsstýrið sigur eitt, men ger nakað heilt annað.
Formaður í Skipara- og navigatørfelagnum hevur púra onki álit á ætlanina hjá landsstýrinum um at finna eina skipan so at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða undantikin ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði í sosialinum í farnu viku, at landsstýrið fór nú at leggja alla orku í at finna eina skipan, so at siglingin hjá Strandferðsluni ikki aftur verða løgd av verkfalli ella verbanni.
Hann segði, at tað var ikki livandi hjá vinnulívinum úti umn landið, at siglingin hjá Strandferðsluni í heilum var hótt við at vera løgd tí at fíggjarmálaráðið og manningarfeløgini ikki kundu semjast um nýggjar sáttmálar.
Hann metti hetta at vera størsta politiska málið í løtuni og at landsstýrið tí fer at raðfesta hetta høgt.

Bjóðaðu okkum at missa verkfalsrættin
Men hetta ivast Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, stórliga á.
Hann sigur, at framferðin hjá landsstýrinum higartil bendir als ikki á eitt veruligt ynski um at finna eina skipan fyri at sleppa siglingini hjá Strandferðsluni undan ósemjum á arbeiðsmarknaðinum
Skipara- og navigatørferlagið og fíggjarmálaráðið hava júst samráðist um nýggjan sáttmála, sum varð undirskrivaður í síðstu viku.
? Undir teimum samráðingunum beinleiðis bjóðaðu vit fíggjarmálaráðnum at gera yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur, at í samgonguskjalinum stendur, at virkast skal fyri at bera so í bandi, at skipini hjá strandferðsluni ikki vberða rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
?Hetta tóku vit til eftirtektar og bjóðaðu okkum til at gera skipararnar og stýrimenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn.
Verða skipararnir og stýrimenninir gjørdir til tænastumenn, siga teir samstundis verkfalsrættin frá sær.
Ellintur Abrahamsen heldur harafturat, at at tað, sum skipara- og navigørfelagið kravdi afturfyri at siga verkfalsrættin frá sær, var ógvuliga avmarkað.
?Men Fìggjarmálaráðið vildi als ikki tosa um hesi viðurskifti, sigur hann.
Hann sigur, at eftir hansara tykki hevur fíggjarmálaráðið sostatt víst eisini skipan frá sær, har skipini ikki skulu kunna verða rakt av verkfalli.
? Tí spyrja vit okkum sjálvar, hvat tað er, teir tosa um. Vit lósu orðini í samgonguskjalinum og vit tordu at spæla út. Men tað varð blankt afturvíst, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur, at nú tulkar hann støðuna soleiðis, at landsstýrið ætlar at taka verkfalsrættin frá yvirmonnunum hjá Strandferðsluni, uttan at geva teimum høvi til at samráðast um tað fyri at koma til eitt úrslit, har teir vilja geva hendan rætt frá sær.
? Siga vit verkfalsrættin frá okkum, er tað eitt rættiliga álvarsligt stig og sostatt mugu vit sjálvsagt hava onkra trygd afturfyri, tí vit skulu hava skipað viðurskifti. Men tað var fíggjarmálaráðið als ikki sinnað at tosa um, sigur Ellintur Abrahamsen.
Sí eisini samrøðu við Jògvan Nybo í maskinmeistarafelagnum og Thomas Magnussen, leiðara á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum