Yvirmenn og reiðarar til samráðingar

- Orsakað av fiskivinnunýskipanini var ikki grundarlag fyri samráðingum, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur á nevndarfundi samtykt at leingja sáttmálan við Føroya Reiðarafelag. Orsøkin er ógreiðu viðurskiftini í fiskivinnunýskipanini.

 

Men hin 19. desember segði felagið so sáttmálan upp til at fara úr gildi í seinasta lagi hin 1. apríl 2019.

 

Orsøkin til, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag í fyrsta umfari gjørdi av at leingja sáttmálan, var, at tá fyrilá eingin ítøkilig ætlan um menningarkvotur, uppboðssølur av fiskakvotum, fiskidagar ella lukkaðar uppboðssølur.

 

Tá samráðingar skuldu havt verið, var bara ikki grundarlag fyri at samráðast, tí so nógvir faktorar vóru ógreiðir orsakað av fiskivinnunýskipanini.

 

- Tað er at vóna, at allir partar vita meira, tá samráðingarnar við Føroya Reiðarafelag verða í næstum, verður sagt í formansfrágreiðingini hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag til aðalfundin, sum var seinasta fríggjadag.