Vinnuháskúlin fær javnan vitjan av fólki sum arbeiðir úti í vinnuni, og mánadagin í síðstu viku vóru aftur áhugaverdir fyrilestrar á Vinnuháskúlanum. Hesaferð vóru tað Kristian Johansen, skipari og Jónas á Stongum, maskinstjóri, ið báðir sigla hjá Mærsk, sum greiddu frá.
Umframt áhugaverdar frágreiðingar um teknisku avbjóðingarnar við nýggju Tripple E skipunum hjá Mærsk, høvdu báðir fyrilestrarhaldararnir nógv áhugavert at siga frá um teirra arbeiðsuppgávur, sum leiðarar umborð.
Við skipunum hjá Mærsk eru mentanir úr nógvum ymiskum londum, millum annað úr Norður- og Eystureuropa, India og Filipinunum, og tað er ikki bara sum at siga tað at optimera trivnaðin og drívmegina umborð. Teir høvdu nógvar spennandi, stuttligar og álvarsamar søgur at siga um hesi viðurskiftir.
Vinnuháskúlin takkar Kristiani og Jónasi fyri sera áhugaverdar fyrilestrar og prát, og ynskir teimum góðan byrð, stendur at lesa á vh.fo.










