Yvirmenn hjá Færøernes Kommando heiðraðir

Tann 29. januar 2003 vórðu heiðurstekin handaði til tveir persónar hjá Færøernes Kommando. Báðir fingu teir heiðurstekin fyri góða og trúgva tænastu í 25 ár.

Stjórin fyri Færøernes Kommando, Jan Leisborch kommandørur, fekk heiðurstekin fyri "god tjeneste ved søetaten". Heiðursteknið bleiv handað undir einum hátíðarhaldi av Birgit Kleis, ríkisumboðsmanni í Føroyum.
Bjarne Brink Henriksen seniorsersjantur, Tórshavn, fekk handað heiðurstekin fyri "god tjeneste ved søetaten". Heiðursteknið bleiv handað undir einum hátíðarhaldi hjá Færøernes Kommando av stjóranum, Jan Leisborch kommandøri.
Hesi heiðurstekin, sum fyrstu ferð vórðu handaði 29. januar 1801, verða givin teimum sum eru "ansatte í søetaten eller orlogsværftet for 25 års god tjeneste ved søetaten".