Yvirlivdi kríggj – bleiv myrd heima

Hósdagin varð 45 ára gamla heimskenda krígsmyndakvinnan, Carina Appel, myrd í Österbotten í Finnlandi.

Finska Carina Appel, ið var útbúgvin løgreglukvinna, hevði í mong ár arbeitt sum krígsmyndakvinna, og hevði dekkað stríð í eitt nú Irak, Afganistan og Gaza fyri millum annað NRK og svenska Yle.

Men fyri einum ári síðani gjørdi hon av at venda vandamikla starvinum bakið, og flutti heim til bygdina Sideby uttan fyri Kristinestad í Österbotten í Finnlandi, har hon byrjaði við skógbrúki.

Ein 81 ára gamal maður í bygdini gjørdist, sambært Vasabladet, skotin í henni.

- Hann hevur eftir øllum at døma verið eitt sindur forliptur í kvinnuni. Hon hevur verið blíð og týð, so hann hevur fingið ta fatan, at tey vóru meiri enn bara vinir. Og so hevur hon verið noydd at siga frá, sigur kanningarleiðarin, Risto Nyholm við Vasablaðið.

Tað skrivar aftonbladet.se.

Sambært løgregluni vísti maðurin seg knappliga og skjeyt Carinu Appel, meðan hon arbeiddi í skógini nærhendis, har hon búði. Síðani tók hann sítt egna lív.

Líkini, sum lógu 40 metrar frá hvørjum øðrum, vórðu funnin av grannum, sum vóru úti og spákaðu á páskum.

- Hetta er ein ófatilig hending, sum vekir mangar tankar. Kvinnan hevur arbeitt undir vandamiklastu umstøðum úti í heimi, og tá hon kemur heim til friðarliga Sideby, hendir hetta. Tú trýr tí ikki, sigur Risto Nyholm.